Prísuppskot:2.175.000
Seinasta boð*1.700.000
100 200 2 3 1989
At selja eina ogn

Ætlar tú at selja tíni hús ella aðra fasta ogn, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Vit taka okkum av øllum viðurskiftum,í sambandi við sølu av føstum ognum.

 

Tað fyrsta, sum verður gjørt, er, at ognarmeklarin kemur at vitja teg á ognini. Hetta fyri at tað skal verða møguligt at gera eina meting av ognini. Tosað verður eisini um, hvat tað vil siga at selja eina ogn, og hvussu mannagongdirnar eru í sambandi við søluna.
 
Síðani verður ein søluavtala gjørd ímillum Skyn og teg. Søluavtalan er ein avtala um, hvussu sølan skal fara fram á besta hátt, um prísuppskot, um framvísingar, o.a. Søluavtalan er galdandi í 6 mánaðir, tó kann hon leingjast við 3 mánaðum.
 
Vit lýsa ognina til sølu á okkara heimasíðu, í vindeygunum hjá Skyn og í bløðunum.
 
Tá ið vit hava ein áhugaðan keypara, gera vit avtalu um framvísing av ognini í samráð við teg.
 
Tá boð kemur inn, fært tú boð um hetta, og vit kunna aðrar áhugaðar keyparar um boðið. Vit tryggja okkum, at øll boð eru verulig, og at fígging er tøk.
 
Um tú velur at taka av einum boði og at selja ognina, taka vit okkum av øllum teimum praktisku viðurskiftunum. Vit seta okkum í samband við kundaráðgevan hjá tær fyri at gera avtala um tey fíggjarligu viðurskiftini. Um pant er í ognini, síggja vit til, at pantið verður avlýst. Vit seta okkum eisini í samband við kundaráðgevan hjá keypara fyri at gera avtala um, nær yvirtøkan er, og nær keypspeningurin skal flytast á konto hjá Skyn.  
 

Tá alt hetta er komið uppá pláss, verður skeytið sent til tinglýsing.