Prísuppskot:2.175.000
Seinasta boð*1.700.000
100 200 2 3 1989
Boðgeving

 Mannagongd fyri boðgeving:
1.  Boðseðil skal latast Skyn, sum síðani kunnar seljararan um boðið.

2.  Boðgevi kann ikki bjóða við tí treyt, at seljari skal svara innan minni enn 48 gerandistímar.
3. Skyn kunnar aðrar boðgevarar um verandi boð upp á ognina og um møgulig fyrivarni.   
4.  Boðið skal innihalda matrikulnummar og adressu hjá ognini, boðupphædd, umframt navn, bústað, teldupostadressu og telefonnummar hjá boðgevanum.
5.  Skal eitt boð verða góðtikið, skal Skyn hava fíggjarváttan frá peningastovni fyri, at fígging er tøk.

 

Umráðandi avtalurættarlig viðurskifti:
1 Um seljari ikki hevur tikið av einum boði um keyp, kann keypari taka aftur sítt boð við at geva seljara fráboðan um hetta.
2 Tá ið eitt boð er sent Skyni og seljari hevur góðtikið boðið, er keypsavtala gjørd. Keypari kann undir ávísum treytum iðra keypsavtaluna sambært reglunum í kapitul 2 ella 3 í løgtingslóg nr. 137 frá 6. oktober 2011 um brúkaravernd í sambandi við at keypa og selja fastogn o.a.
3 Seljari kann frítt velja og vraka ímillum øll innkomin boð. Seljari hevur ikki skyldu at taka við hægsta boði.
4 Býður seljari boðgeva ognina fyri aðra upphædd enn ta, sum boðin er, verður hetta roknað sum at sýta fyri upprunaliga boðnum. Samstundis er hetta at rokna sum nýtt bindandi tilboð frá seljara.