Boðgeving

Stóra avgerðin er tikin. Tit hava áhuga í einari ogn og eru til reiðar at bjóða. 

Fyri at alt skal fara skynsamt fram, er týdningarmikið, at tit seta tykkum væl inn í, hvussu boðgeving fer fram. Niðanfyri er kunning og treytir. 

Góða eydnu!

Mannagongd og treytir fyri boðgeving og keyp:

  1. Útfyltur boðseðil skal latast Skyn á skyn@skyn.fo ella inni í skrivstovuni, sum síðani kunnar seljaran um boðið. Eisini verður, undir nærri ásettum treytum og avtalum, góðtikið, at bjóðað verður skrivligt umvegis aðrar miðlar. 
  2. Boðið skal innihalda matrikulnummar og/ella adressu hjá ognini, boðsupphædd og navn boðgevans. 
  3. Boðgevi kann ikki undir eini boðsrundu bjóða við tí treyt, at boðið er galdandi styttri enn 48 gerandistímar.
  4. Boðið er galdandi 10 minuttir longri enn ásetta boðsfreist.
  5. Seljari kann til eina og hvørja tíð velja at taka av einum boði, og er ikki bundin at bíða, til freistin er farin ella boðið er komið út á heimasíðuna.
  6. Um talan er um fastan prís, verður ognin seld beinanvegin, tá boðseðil áljóðandi prísin, saman við eini fíggingarváttan er móttikin.
  7. Viðmælt verður, at boðgevi, ella onkur umboðandi boðgeva, hevur sæð ognina. Um boðgevi, ella onkur umboðandi boðgeva, ikki hevur sæð ognina, áðrenn bjóðað verður, kann boðgevi ikki gera galdandi møguligar manglar og brek, ið hesin hevði varnast við einari vanligari framvísing av ognini.
  8. Um seljari ikki hevur tikið av einum boði, kann keypari taka aftur sítt boð við at geva seljara fráboðan um hetta. 
  9. Seljari kann frítt velja og vraka ímillum øll innkomin boð. Seljari hevur soleiðis ikki skyldu at taka við hægsta ella nøkrum boði.
  10. Tá ið eitt boð er sent Skyn, og seljari hevur góðtikið boðið, er keypsavtala gjørd. 
  11. Keypari kann undir ávísum treytum iðra keypsavtaluna sambært reglunum í kapitul 2 ella 3 í løgtingslóg nr. 137 frá 6. oktober 2011 um brúkaravernd í sambandi við at keypa og selja fastogn o.a.
  12. Býður seljari boðgeva ognina fyri aðra upphædd enn hana, sum boðin er, verður hetta roknað sum, at seljari ikki tekur av upprunaliga boðnum. Samstundis er hetta at rokna sum nýtt bindandi tilboð frá seljara.
  13. Um boðgevi ynskir at geva hægri boð, má boðið vera minst kr. 25.000 hægri enn seinasta boð. Tó kr. 10.000 fyri ognir við prísuppskoti lægri enn kr. 300.000.
  14. Skyn kunnar seinasta boðgevara um nýtt boð, um hesin hevur eitt galdandi boð uppá ognina.
  15. Kemur eitt hægri boð, fella lægri boð burtur av sær sjálvum.  
  16. Skal eitt boð verða góðtikið, skal Skyn hava váttan frá peningastovni fyri, at fígging er tøk.
  17. Keypari rindar kostnaðin vegna tinglýsing til Umhvørvisstovuna, sum er 1% av keypsupphæddini + kr. 1.000, og fyri avgreiðslu av keypinum.
  18. Ein ognarmeklarafyritøka, peningastovnur ella advokatur skal avgreiða keypið og øll skjøl í hesum sambandi, herundir skeyti, avgreiða allar neyðugar flytingar (deponering, innfría lán v.m.), samskipan av tinglýsing og leysgeving av søluágóða. Skyn kann avgreiða hetta fyri kr. 7.500,00 v/mvg.
  19. Um frávik verða gjørd í omanfyri nevndum mannagongdum, verður kunnað um hetta, í hvørjum einstøkum føri, í sølutilfarinum.

GG. Tað er altíð møguligt at senda boð og váttan um fígging til Skyn. Boð verða tó ikki viðgjørd, fyrr enn fyrsta framvísing er byrjað, ella opið hús er byrjað, og verður hægsta boð galdandi, og eftir avtalu við seljara lagt út á heimasíðuna.