Prísuppskot:2.175.000
Seinasta boð*1.700.000
100 200 2 3 1989
Seld, annars ókeypis

 Selja vit ikki tykkara ogn í sáttmálatíðarskeiðnum, fáa tit okkara tænastu ókeypis.
 
At selja eina ogn er persónligt og kann vera kensluborið. Talan kann vera um eina ogn, sum tit hava sterk kenslulig bond til, og hesum hava vit virðing fyri í Skyn. Tí taka vit uppgávuna í størsta álvara, og við greiðum mannagongdum fara okkara dugnaligu starvsfólk til verka.

 

Vit vilja vissa tykkum um, at vit kýta okkum fyri at selja tykkara ogn, Tí lova vit, at um ognin ikki verður seld í sáttmálatíðarskeiðnum, fáa tit okkara íkast púra ókeypis. Tað merkir, at lýsingar, myndir av ognini og onnur viðkomandi skjøl verða framleidd og avgreidd kostnaðarleyst fyri tykkum.