Nýggj
ogn

Grundøki, Reynsgøta 12, Argir

Talan er um grundøki, sum liggur í byggiøki A1 og er 556 fermetrar til støddar. Grundøkið hevur avbera gott og varandi útsýni yvir havnina og fjørðin.

Grundøkið liggur við blindan veg og stutt er til fótbóltsvøll, barnagarð og harumframt er gott busssamband. Alment parkeringspláss er frammanfyri ognina.

Stykkið er útgrivið og 3 veggir stoyptir, umframt ein stuðlaveggur. Allar leiðingar liggja framvið stykkinum.

Sí nærri um byggisamtyktina á heimasíðuni hjá kommununi: https://www.torshavn.fo/byur-og-ferdsla/byarskipan/byggisamtyktir-i-torshavnar-kommunu




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. DrangasteinOgnarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina.+298 23 44 05jobin@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.