Talan er um tvey grundøki á Skála, sum verða seld saman. Stykkini eru tilsamans 6.213 m2 til víddar, og eru ikki útgrivin ella planeraði.
Byggisamtyktin fyri økið er B22. Sí heimasíðuna hjá Runavíkar Kommunu fyri nærri kunning um treytir og ásetingar.
Grundøkið er í náttúruvøkrum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi, og útsýni er gott, alt eftir hvussu bygt verður. Dagstovnur, ítróttarøki, barnaskúli og handil eru nær við, og annars er stutt til aðrar tænastur á Skála.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.