Talan er um eini eldri partvíst umvæld hús í trimum hæddum, ið vera seld sum tey standa.
Á loftinum og í miðhæddini er alt tikið niður út ímóti útveggum, so bara gólv og bjálkaløg eru eftir í millum hæddirnar. Kjallarin er grivin niður og nýtt gólv við gólvhita og rørum til baðirúm eru stoypt, so keyparin kann sjálvur seta sín dám á innrættingina og innrættað húsið sum ein sjálvur vil.
Ein grund, har bilhús fyrr hevur verið, hoyrir til ognina.
Húsini standa væl fyri í hugnaligum, barnavinarligum og náttúruvøkrum umhvørvi, við sera góðum útsýni yvir fjørðin og bygdina. Stutt er til dagstovn, skúla og matvøruhandil, og bussurin koyrir beint framvið.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.