Góð ráð

12 góð ráð til bústaðarkeyp

Tað eru stórar avgerðir, ið skulu takast, áðrenn ein bústaður verður keyptur, og tí er tað sera umráðandi, at tú, sum keypari, ert væl fyrireikaður og ikki at skunda tær við hesi stóru avgerð – tað gevur besta keypið og bestu upplivingina fyri allar partar.

Hetta gert tú til dømis við, at bankin hevur góðkent keypið, so tú sleppur undan óneyðugum seinkingum í avgerandi keypsfasuni. Tað er eisini týdningarmikið, at tú, sum keypari, hevur ein góðan ráðgeva, ið dugir at lesa støðulýsingina, tingast um prís og treytir tína vegna, og kanna øll skjøl og skjeyti gjølla.

12 góð ráð til bústaðarkeyp
Skyn
02.02.2017

Her eru okkara bestu ráð til tín, ið leitar eftir dreymaheiminum:

1. Fá góðkenning til bústaðarkeyp – og fá bankan at vegleiða tær í, hvat tú hevur ráð til.

2. Finn út av, hvør tørvurin er. Skal tað til dømis vera eitt hugnaligt hús í miðbýnum ella eitt hús við útsýni í friðarligum umhvørvi? Gamalt ella nýtt, stóran hava ella gott pláss til eina stóra garagu?

3. Leita á netinum og finn út av, hvat tú fært fyri peningin.

4. Set teg í samband við húsameklarar, fylg teimum á Facebook. Tað er ofta vegurin til at varnast nýggju bústaðirnir fyrst.

5. Tosa longu nú við ein ráðgeva, ið kann hjálpa tær í øllum keypinum – tað kann vera ein húsameklari ella ein løgfrøðingur – Skyn hevur bæði.

6. Hygg at fleiri húsum. Á hendan hátt er møguligt at síggja fleiri bústaðir og vitja fleiri býarpartar ella bygdir. Tað gevur eisini eitt betri yvirlit av, hvat er á marknaðinum, av prísstøðinum og hvørjar fortreytir, tú hevur, sum komandi eigari.

7. Bílegg eina framvísing, hygg at bústaðinum, gakk ein túr í grannalagnum. Um alt er, sum tað skal vera, og kenslan er góð, far so víðari við keypinum.

8. Kanna støðulýsingina gjølla, um tað finst ein, og fá møguliga ein keypsráðgeva, byggiráðgeva ella ein handverkara til at hyggja at ognini saman við tær.

9. Halt høvdið kalt, hóast tað kann verða ringt, tá rætti bústaðurin stingur seg upp. Set teg í samband við tín ráðgeva, sum kann hjálpa tær at spara pening og taka tær røttu avgerðirnar í tí avgerandi fasuni.

10. Gev eitt boð upp á bústaðin, men verið fyrireikað upp á, at ein møguleiki er fyri, at tit ikki fáa bústaðin. Tað eru oftani fleiri keyparar til somu ogn.

11. Gongur alt sum tað skal, eru tit klár til at skriva undir. Handilin er bindandi, tá seljarin hevur skrivað undir. Men minst til at hava fyrivarni við endaligu góðkenningini hjá bankanum og ráðgevanum.

12. Tú kanst angra keypið næstu seks gerandisdagarnar – men tað kostar 1% av keypsupphæddini at nýta iðranarrættin, ið verður goldin til seljaran.