Fyrsta stigið, tá tú umhugsar at selja tíni hús ella aðra fasta ogn, er at seta teg í samband við okkum fyri óbindandi ráðgeving.
So avtala vit nær og hvar, vit hittast. Hetta vil aloftast vera á ognini sjálvari, so tað er møguligt at gera eina meting á staðnum og geva bestu ráðgevingina. Vit tosa millum annað um, hvat tað vil siga at selja eina ogn, og hvussu mannagongdirnar eru í sambandi við søluna.
Tá vit eru samd um karmarnar, verður ein søluavtala gjørd millum teg og Skyn. Søluavtalan er ein avtala um, hvussu sølan skal fara fram á besta hátt, um prísuppskot, um framvísingar o.a. Søluavtalan er galdandi í 6 mánaðir – tó kann hon leingjast.
Vit taka okkum av øllum viðurskiftum í sambandi við sølu av føstum ognum. Vit lýsa ognina til sølu á okkara heimasíðu og øðrum miðlum.
Tá ið vit hava ein áhugaðan keypara, gera vit avtalu um framvísing av ognini í samráð við teg.
Tá boð kemur inn, fært tú boð um hetta, og vit kunna aðrar áhugaðar keyparar um boðið. Vit tryggja okkum, at øll boð eru verulig, og at fígging er tøk.
Velur tú at taka av einum boði og harvið selja ognina, taka vit okkum av øllum tí praktiska: Vit seta okkum í samband við kundaráðgevan hjá tær í bankanum fyri at gera avtalu um tey fíggjarligu viðurskiftini. Um pant er í ognini, síggja vit til, at pantið verður avlýst. Eisini seta vit okkum í samband við peningastovnin hjá keyparanum fyri at avtala nær yvirtøkan verður, og nær keypspeningurin skal flytast.
Tá alt hetta er komið upp á pláss, verður skeytið sent til tinglýsing, og sølan er framd.
Flestøll selja fasta ogn eina ella bert fáar ferðir í lívinum. Tí er tað sera umráðandi, at sølan fer skynsamt og lógliga fram, og at tú hevur eina góða uppliving av allari søluni - bæði áðenn, ímeðan og eftir søluna. Tú skalt kenna teg tryggan í allari gongdini. Tá tú velur Skyn at røkja tíni áhugamál í bústaðarsølu, fylgja vit tær allan vegin. Soleiðis tryggja vit tær dygdartænastu í einum og hvørjum bústaðarhandli. Vel okkum, tí: