Skyn
P/F Skyn er dótturfelag hjá Føroya Banka. Virksemið er mekling og ráðgeving í sambandi við fastognarsølu. Vit samstarva við Føroya Banka, so vit kunnu vísa á kappingarføra, smidliga fígging við góðum treytum. Hetta er eitt tilboð og ikki eitt krav. Tað er til eina og hvørja tíð upp til keyparan, hvar og hvussu fíggingin skal setast saman.
Navnið
Skyn er fornnorrønt orð, ið merkir vitan, lærdómur og skil. Hetta hóskar væl til okkara visión og missión um meklaravirksemi.
Nevnd
Nevndarformaður er Brian Smedemark og nevndarlimir eru Turið F. Arge og Arnhold Olsen.
Stjórn
Petur Mohr Niclasen er stjóri í P/F Skyn.