Gev húsinum eina virðisøking

Hvørjar ábøtur løna seg áðrenn eina sølu?

Tað er torført at geva eitt einfalt svar, um tað lønar seg at gera størri ábøtur á húsini, áðrenn tú setur tey til sølu. Í summum førum er tað ein góð íløga, men í øðrum førum er tað peningaspill.

Hvørjar ábøtur løna seg áðrenn eina sølu?
Skyn
21.12.2016

Um tú fært eina støðulýsing, har tað stendur, at nógvar ábøtur skulu gerast á húsini, kann tað loysa seg at gera nakrar av teimum. Ein langur listi við álvarsomum brekum og brekum, ið skulu kannast nærri, kann ræða keyparar. Eitt álvarsamt brek nýtist ikki at verða so dýrt at umvæla.

Í støðulýsingum eru tað serliga viðmerkingar um skaðar, ið mugu kannast nærri, sum kunnu gera keyparan ótryggan. Orsøkin er, at hetta gevur ábendingar um, at eingin veit, hvussu umfatandi skaðin er, og hvør orsøkin til skaðan er. Tað er tí eitt gott hugskot at fáa greiði á, hvat hesar viðmerkingar fevna um. Tosa altíð við meklaran, áðrenn farið verður í gongd við at gera ábøtur.