Tað er umráðandi, at øll rúm eru pen og nosslig, tá ið myndir verða tiknar av tínum heimi. Bein burtur smáting, serliga í barnakømurum og kontóri. Bókahillar við nógvum pappíri og líknandi verður ofta sæð sum óruddiligt.
Tryggja tær, at lampur rigga, at skápshurðar eru afturlatnar, og at ljósastakar hava nýggj ljós í. Hevur tú hund ella kettu, bein burtur hunda- og kettuskálir.
Um tú fylgir hesum ráðunum, tryggjar tú, at myndirnar gerast so góðar sum gjørligt.
Uttanfyri
• Flyt bilin úr innkoyringini.
• Bein súkklur, stigar, slangur, amboð o.l. burtur.
• Slá grasplenuna um summarið, og rudda innkoyringina fyri kava um veturin.
Durur
• Rudda burtur skógvar og taskur.
• Krógva stórar jakkar og klæðir, man lat nøkur pløgg í ljósum litum hanga.
Grovkøkur
• Syrg fyri, at borðini eru rein og ruddilig.
• Lat ikki vaskievni, kurvar o.a. standa frammi.
Baðirúm
• Krógva sápudunkar, tannbustir o.a. frá vaski og hillum.
• Krógva ruskílat og vesi-bustina.
• Tú kanst heingja upp nýggj handklæði, ið ikki hava ov sterkan lit og mynstur.
Stova
• Krógva fjarstýringar o.a.
• Hav ikki ov nógvar pútur á sofuni.
• Kynd upp í brenniovni, um tit hava ein.
Køkur
• Ansa eftir, at borðini eru rein og ruddilig.
• Lat størri køkstól standa, men krógva leidningar best møguligt.
• Bein áminningarseðlar, magnetir o.a burtur.
• Blómur á borðinum, frískar kryddurtir og ein leskilig fruktskál sær altíð vakurt út á eini mynd.
Sovikamar
• Reið upp við einum seingjarteppi uttan ov nógv mynstur.
• Bein dagbløð og onnur leys ting burtur, men legg eina bók á náttborðið.
• Privatar myndir á veggunum kunnu beinast burtur innan myndatøkuna. Hetta tí at keyparin ofta vil kunna ímynda seg sjálvan búgvandi í heiminum.