Talan er um 11 sundurmatrikuleraði grundstykkir við tilhoyrandi vegluti, sum verða seld samlað.
Grundstykkini liggja í byggisamtykt B1, sum er bústaðarøki, og eru tey frá 681 m2 til 1.002 m2 til víddar.
Allar leiðingar liggja í vegnum framvið stykkinum.
Samlaða víddin, ið verður seld er sbrt. tingbókunum samanlagt 10.246 m2 íroknað veglut.
Økið er náttúruvakurt og friðarligt - somuleiðis er stutt til stovnar, skúla, frítíðarítriv, handil og ferjuleguna á Krambatanga
Sí nærri um byggisamtyktina á heimasíðuni hjá kommununi: https://www.tvk.fo/divstovnur.asp?STID=31
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.