Talan er um eini hugnalig sethús í trimum hæddum, umframt lágan kjallara.
Runt ognina er tún og hugnakrókur, og hevur eigari nýliga bygt upp á, soleiðis at kvøldsólin kann njótast á takterrassu við útsýni yvir býin. Ognin er staðsett í veðurgóðum býlingi og stutt er til flest allar hugsandi hentleikar.
Ognin er innrættað í 1. hædd við duri/trappugongd og køk-alrúm.
2. hædd er innrættað við trappugongd, trimum kømrum og einum baðirúmi
3. hædd er ein opin loftstova, ið er innrættað við koyggju, skrivstovukróki og sjónvarpsstovu v/útgongd á terrassu.
Kjallarin er lágur, men verður nýttur sum fýrrúm/goymslurúm.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.