Talan er um eini vælhildin og stór sethús í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi í góðum grannalagi. Ognin hevur frálíkt útsýni yvir Klaksvíkin og runt ognina er hugnaligur garður við grasvølli, plantum og sólkrókum. Harumframt hevur ognin tilhoyrandi bilhús.
Ognin er innrættað á henda hátt:
Í miðhæddini er durur, gongd, køkur, stór stova, trappa uppá ovastu hæddina og trappa niður í niðastu hæddina, 3 kømur og eitt baðirúm.
Í ovastu hæddini er eitt kamar innrættað og gjørt klárt til eitt vesi.
Niðasta hæddin er stórur kjallari, vaskirúm / fýrrrúm / arbeiðsrúm og hjallur.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.