Talan er um eini sethús í tveimum hæddum við sera góðum útsýni. Hæddirnar eru forskotnar, og betongdekk er ímillum tær. Luft-vatn hitapumpa er til húsini, og gólvhiti er í ovaru hæddini.
Í ovaru hæddini er durur/bryggers, køkur og stova í einum við útgongd á altan, tvey kømur og baðirúm. Eisini er eitt hjúnarkamar, ið hevur egið baðirúm, men hetta baðirúmið er ikki liðugt innrættað. Í niðaru hæddini er inngongd, kjallararúm, teknikrúm, kjallararúm, stova við te-køki og baðirúm. Betongdekkið er gjørt soleiðis, at trappa kann fáast upp í norðara enda ímillum hæddirnar.
Til húsini hoyrir eitt bilskýli/terrassa, og sera gott útsýni er suðureftir og oman á sandin.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.