Sethús, Torkilskrókur 8, Fuglafjørður

Talan er um sethús við frálíkari staðseting í Fuglafirði. Húsini standa niðanfyri vegin og hava avbera gott útsýni og góðan sólargang. Harumframt hava húsini góð parkeringsviðurskifti. Havi og terassa eru oman- og niðanfyri húsini, har tað eisini er lætt at sleppa til frá báðum síðum.

Ognin er 371 m2 í tveimum hæddum og grundøkið er 864 m2.

Húsini eru innrættað á henda hátt:

Í ovaru hæddini eru 2 kømur, 4 stovur, baðirúm, vesi, gongd við skápum, goymslurúm, gongd og hjallur.

Í niðaru hæddini eru 3 kømur, brúsa, 2 vesi, vaskirúm, fýrrúm og stór gongd. Harumframt er stór fyrrverandi tannlæknastova við tveimum klinikkum, og tilhoyrandi rúmum, sum eisini er vælegnað at innrætta til íbúð við egnari inngongd.

Uttandura er bilhús og úthús.

Sethúsini eru teknað av Knút Larsen.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jákup Alfredsson Olsen
Jákup Alfredsson OlsenOgnarseljari
234 404jakup@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.