Talan er um eitt stórt grundøki, ið liggur sera væl fyri miðskeiðis í bygdini við sera góðum útsýni yvir bygdina og fjørðin.
Stutt er til skúla, dagstovn og matvøruhandil.
Grundøkið, matr.nr. 92c Kollafjørður, er heilar 1063 m2 til víddar og liggur sambært almennu byggisamtyktini fyri Kollafjørð í øki A1. Til ber at lesa byggisamtyktina á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu: Byggisamtyktir í Tórshavnar kommunu - Tórshavnar kommuna (torshavn.fo)
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.