Talan er um hugnalig og snøgg sethús í tveimum hæddum við íbúð í niðaru hæddini. Húsini standa í góðum grannalagi í barnavinarligum umhvørvi við blindan veg.
Húsini eru innrættaði á henda hátt:
Í ovaru hæddina er durur, trappugongd, køkur, stova, 3 kømur og baðirúm.
Í niðaru hæddini er kjallari og vaskirúm. Harumframt er ein sjálvstøðug íbúð við duri / gongd, køki og stovu í einum, 2 kømrum og baðirúmi.
Harumframt hava húsini havastova, og runt ognina er grasfløta og runnar. Eisini er gott busssamband.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.