Talan er um eini hugnalig sethús í trimum hæddum við tilhoyrandi parkeringsplássi og terrassu bæði sunnan- og norðanfyri húsini. Húsini hava ein góðan innbygdan hjall, snikkaragjørdan køk frá Bødvar, og kemur nógv ljós inn í køk-alrúmið frá vindeygunum – útsýnið suður ígjøgnum sundið er somuleiðis frálíkt. Eini hugnalig hús, ið skulu upplivast.
Ognin er í miðhæddini innrættað við duri, trappugongd, hjalli, baðirúmi og køki- og stovu í einum. Í lofthæddini er trappugongd og trý kømur.
Kjallarin er innrættaður við tveimum skrivstovum/kømrum, einari kjallarastovu, fýrrúmi/vaskirúmi og einum duri. Til kjallarahæddina hoyrir eisini eitt rúm til seyðahald/goymslu.
Sethúsini standa væl fyri í hugnaligum, friðarligum og barnavinarligum umhvørvi. Í økinum er fifavøllur, matvøruhandlar, nýggjur skúli, ítróttarhøll, dagstovnur og flestallir hentleikar, ið húskinum tørvar
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.