Nýtt
boð

Íbúð, Berjabrekka 199, Tórshavn

Talan er um eina íbúð í trimum hæddum, ið er staðsett í friðarliga og vælumtókta grannalagnum í Berjabrekku.

 

Í miðhæddini er durur, trappugongd, tvey kømur og vesi. Í ovastu hæddini er trappugongd, tvey kømur og baðirúm. Í niðastu hæddini er trappugongd og køkur og stova í einum við atgongd út í tún.

 

Frammanfyri íbúðina er flísalagt tún og runnar, og aftanfyri er terassa og urtagarður.

 

Felagsøkið í býlinginum er væl skipað við eitt nú parkeringsplássum og spæliplássi. Stutt er m.a. til handils, bakarí, Tórsbreyt, stovnar o.a. Eisini er gott busssamband.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Petur Frank Holm
Petur Frank HolmSølu- og metingarfólk
Petur Frank er partur av dagliga søluarbeiðinum hjá Skyn. Petur Frank ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann hevur lokið prógv sum finansøkonom. Petur Frank leggur stóran dent á at veita øllum kundum eina góða tænastu, og at øll føla seg væl og trygg í allari tilgongdini. +298 23 44 01peturfrank@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.