Sethús, Grásteinsgøta 5, Tórshavn

Talan er um góð og hugnalig Hosbyhús í einari hædd við góðari staðseting. Gott stykki er runt ognina, atkoman er góð, og eisini er útsýnið opið og frítt.

Húsini eru innrættaði við duri / gongd, køki, stovu við atgongd út í havan, vaskirúmi við egnari útgongd, teknikrúmi, baðirúmi og 3 kømrum. Harumframt er ein hjallur.

Stutt er til flestu hentleikar, ið húskinum tørvar, eitt nú barnagarðar, skúlar og handlar. Busssambandið er eisini gott.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. DrangasteinOgnarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina.+298 23 44 05jobin@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.