Nýggjur
prísur

Sethús, Tvørgøta 35, Tórshavn

Talan er um eina ogn, sum er staðsett í veðurgóðum og náttúruvøkrum øki við blindan veg í hjartanum í Havn.

Ognin krevur ávísar dagføringar, og tískil er møguleiki at seta sín egna dám á innrættingina, m.a. skal nýggjur køkur keypast, og el / HVS skal gerast í køkinum.

Ovara hæddin er innrættað við trappugongd, vesi og 3 kømrum.

Niðara hæddin er innrættað við duri, trappugongd, fýrrúm, baðirúmi, køki og stovu.

Harumframt er eitt úthús við vaskirúmi og hjalli.

Stutt er til allar hugsandi hentleikar, ið húskinum tørvar, so sum barnaansing, skúlar, handilslívið og mangt annað.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. DrangasteinOgnarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina.+298 23 44 05jobin@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.