Talan er um eina hugnaliga íbúð á aðru hædd, ið er staðsett í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg í vesturbýnum. Stutt er til m.a. barnagarð, spælipláss, bussleið, skúlar og góðar handilsmøguleikar, sum eru nærindis.
Í íbúðini er gongd, baðirúm, eitt kamar og køkur/stova í einum við útgongd til altan við góðum útsýni. Til íbúðina hoyrir eisini eitt goymslurúm.
Ognin er partur av einum vælvirkandi eigarafelagi, og eisini er grannalagið gott. Eigarar hava nýtslurætt til parkeringspláss.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.