Nýggj
ogn

Tvíhús, Stangaskákið 13, Klaksvík

Hugnaligu húsini liggja ómetaliga væl fyri í veðurgóðum øki, einans eitt hanagleiv oman á sjógvin. Hóast hesa serstøku staðseting mitt í býnum á sólsíðuni í Klaksvík, hevur ognin sera gott útsýni út á fjørðin og hevur egnan drátt og neyst í niðastu hæddini. Kai-økið er niðanfyri ognina.

Talan er um eini tvíhús hús í trimum hæddum, sum eru frá 1950’unum og eru betong heilt upp, við betong útigólvi rundan um alla ognina.

Miðhæddin er innrættað við inngongd, gongd, køki og stórari stovu. Ovasta hæddin er innrættað við gongd, baðirúmi og hjúnarúmi við vesi, og 3 kømrum, harav eitt við altan. Í niðastu hæddini er bátaneyst, inngongd, gongd, fýrrúm og goymslurúm.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jákup Alfredsson Olsen
Jákup Alfredsson OlsenOgnarseljari
234 404jakup@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.