Seld

Sethús, Traðavegur 21, 435 Streymnes

Talan er um eini hús við góðari staðseting í hugnaligum, barnavinarligum og náttúruvøkrum umhvørvi.

 

Húsini eru í tveimum hæddum og eru innrættaði soleiðis:

í ovaru hæddini eru durur, gongd/trappugongd, vesi, 2 kømur, baðirúm og køkur/stova í einum.

 

Í niðaru hæddini er inngongd, gongd/trappugongd, fýrrúm, baðirúm, 2 kømur, bilhús, bilskýli og hjallur.

 

Omanfyri og norðanfyri húsini er stórt útigólv og niðanfyri húsini er stórt parkeringsøki.

 

Streymnes  liggur væl fyri mitt í Føroyum og er í Sunda Kommunu, sum kann nøkta alskyns tørvir, ið barnafamiljur, ung og gomul hava. Harímillum kann nevnast tríggir dagstovnar, nýggjur skúli, ítróttarhøll, fótbóltsvøllur og ellisheim, umframt ókeypis bussleið til borgarar í kommununi, ið koyrir millum bygdirnar í tíðarskeiðinum millum kl. 16 og 22 gerandisdagar. Eisini eru tveir stórir matvøruhandlar í økinum.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Dánjal J. Magnussen
Dánjal J. MagnussenOgnarseljari
234 400danjal@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.