Talan er um umleið 27.000 m2 omanfyri Múlaklett, sum er partur matr. 434a Eiði, og sum sambært almennu byggisamtyktini fyri Eiðis bygd er avlagt til sethúsa/bústaðarøki. Tað verður mett, at har er pláss fyri umleið 25 grundøkjum.
Økið verður selt samlað, soleiðis sum tað liggur.
Leinkja til byggisamtykt: https://www.eidi.fo/wp-content/uploads/2020/10/Byggisamtykt-20102020121939.pdf
Yvirtøka kann vera, tá seljari hevur fingið høvið at viðgerða og góðtaka innkomið boð, umframt at økið má vera frábýtt hjá Matrikkulstovuni.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.