Talan er um eina snøgga og ljósa nýmótans íbúð í nýggja íbúðarbygninginum úti á Fløtum. Íbúðin liggur á niðastu hædd í lon 3.
Í íbúðini eru durur og køkur í einum, stova og kamar í einum við atgongd út á svala og baðirúm. Harumframt hoyrir eitt goymslurúm til íbúðina.
Íbúðin er í einum býlingi í rúkandi menning, har alskyns hentleikar eru í nærumhvørvinum, so sum dagstovnar, musikkskúli, fólkaskúli, miðnámsskúli og matvøruhandil, umframt at stutt er oman í miðbýin.
Fleiri grøn øki eru rundan um bygningin, og eisini er ein felags takterassa í lon 2 og eitt felagshøli í lon 3 til taks, sum kann nýtast til tiltøk og hátíðarløtur.
Sí meira kunning um eigarafelagið á heimasíðuni http://www.landavegur94.fo
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.