Talan er um ein vinnubygning í trimum hæddum, sum stendur í miðbýnum í Tórshavn. Ognin verður leigað út til vinnulig endamál, og eru tað góðir møguleikar at nýta bygningin til annað virksemi, um ynski er til tess.
Í kjallara-hæddini er eitt leigumál, ið er innrættað til skeinkistað/spælistað við tilhoyrandi starvsfólkarúmum og vesum.
Í miðhæddini eru tvey skrivstovuhølir, gongd, felags vesir, felags køkur, útgongd til terrassu og trappu-uppgongd.
Í ovastu hæddini er gongd, goymslurúm og skrivstova.
Ognin hevur góðar vinnuligar umstøður í mun til atkomuvegir bæði í mun til ferðslu í bili og til gongu. Stutt er til allar hugsandi hentleikar.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.