Talan er um eitt grundøki á Tvøroyri, ið er eitt planerað og er 575 fermetrar til víddar. Allar leiðingar liggja til stykkið.
Ognin liggur í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi við blindan veg. Gott útsýni er suðureftir og út á fjørðin. Keypssamtøka er í grannalagnum, og annars stutt til bæði býin og Trongisvág, har barnagarður, skúli og ítróttarøki er.
Tekningar fyriliggja upp á sethús, og hesar kunnu útvegast eftir fyrispurningi.
Grundøkið er í øki B5 sambært almennu byggisamtyktini fyri Tvøroyrar Kommunu. Sí nærri um byggisamtyktina á heimasíðuni hjá kommununi: https://www.tvk.fo/divstovnur.asp?STID=31
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.