Vinnubygningur, Magnus Heinasonar gøta 15, Tórshavn

Talan er um ein vinnubygning í trimum hæddum, sum stendur væl fyri mitt í býnum. Ognin verður leigað út til vinnulig endamál, og tað eru góðir møguleikar at nýta bygningin til annað virksemi, um ynski er til tess.

Í niðastu hæddini er eitt leigumál við vesi og køki, sum verður nýtt til handilshøli. Harumframt er vaskirúm / fýrrúm. Í mið- og ovastu hæddunum eru fýra sjálvstøðugar íbúðir, harav tvær íbúðir eru í miðhæddini, triðja íbúðin er í báðum hæddunum og fjórða íbúðin er í ovastu hæddini.
Íbúð 1: køkur / stova / inngongd, kamar og baðirúm.
Íbúð 2: Køkur, stova / inngongd, kamar og baðirúm.
Íbúð 3: durur / trappugongd, køkur, stova, kamar og baðirúm / vaskirúm. Trappuuppgond, tvey kømur og goymslurúm eru í ovastu hæddini.
Íbúð 4: køkur / stova / kamar og baðirúm.

Ognin hevur góðar vinnuligar umstøður í mun til atkomuvegir bæði við bili og til gongu. Góða staðsetingin ger, at stutt er til allar hugsandi hentleikar í býnum.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. DrangasteinOgnarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina.+298 23 44 05jobin@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.