Tvíhús, Liljugøta 4, Tórshavn

Talan er um spennandi tvíhús í trimum hæddum við góðari staðseting og góðum útsýni.

Húsini verða væntandi liðug í januar 2025, og eru klár at yvirtaka beinanvegin.

Byggiháttur: Grundin er stoypt, og betongdekk er millum niðastu hæddina og miðhæddina. Brannveggurin millum tvíhúsini er somuleiðis betong. Restin av húsunum er timburkonstruktión. Takið er alu, og klædningurin er timbur, og grundin er klødd við Swisspearl.

Ognin er soleiðis innrættað: Í ovastu hæddini er Trappugongd, stova og køkur í einum við atgongd út á terassu, baðirúm. Í miðhæddini er Durur, gongd, trappugongd, baðirúm, 3 kømur og vaskirúm, og í niðastu hæddini er  Durur, gongd, køkur og stova í einum, 2 kømur, baðirúm og teknikkrúm

Ognin verður upphitað við fjarhita.

Busssambandið er gott.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Petur Mohr Niclassen
Petur Mohr NiclassenStjóri
234 402petur@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.