Talan er um eini snøgg sethús í trimum hæddum við frálíkari staðseting í Fuglafirði og við góðum útsýni yvir fjørðin.
Húsini eru innrættaði á henda hátt:
Ovasta hæddin: Gongd, hjúnakamar, trý kømur og vesi.
Miðhæddin: Gongd, baðirúm, køkur og stova í einum.
Niðasta hæddin: Vaskirúm og fýrrúm.
Runt ognina er grasfløta og nýtt útigólv.
Stutt er til teir hentleikar, sum økið hevur at bjóða og skjótt er at spáka sær heim í miðbýin.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.