Nýggj
ogn

Sethús, Sóljubrekka 1, Runavík

Talan er um eini snøgg og vælhildin sethús við sera góðari staðseting í Runavík. Húsini eru í trimum hæddum og hava gott útsýni yvir Skálafjørðin. Harumframt hava húsini m.a. altan, bilhús og carport.

Í miðhæddini er durur / trappugongd, tvey kømur, baðirúm, køkur, stova og bryggers við atgongd út á altan. Í ovastu hæddini er trappugongd, baðirúm og fimm kømur. Í niðastu hæddini er durur / gongd, vaskirúm, fýrrúm, kjallararúm, bilhús og hárfríðkanarstova við vesi.

Frammanfyri ognina er vøkur grasfløta við runnum og eisini er flisalagt tún.

Stutt er til alskyns hentleikar í býnum, so sum ítrottaøki, barnagarð, skúla og handilslív.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jákup Alfredsson Olsen
Jákup Alfredsson OlsenOgnarseljari
234 404jakup@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.