Talan er um eini hugnalig sethús í trimum hæddum, ið hava eina barnavinarliga staðseting við blindan veg. Runt ognina er innkoyring, tún, urtagarður, havi og terrassa. Vesturbýurin og grannalagið sum heild er sera væl egnað til barnafamiljur – fólkaskúli, miðnámsskúli, ansingarstovnar og matvøruhandil eru í stuttari frástøðu. Um neyðugt er at sleppa oman í býin er busssteðgistað somuleiðis beint við.
Sethúsini eru innrættaði soleiðis:
Í miðhæddini er terrassa, durur, hjallur, gongd/trappugongd, køk-spísistova, stova, kamar og baðirúm.
Í ovastu hæddini er ognin innrættað við loftstovu, tveimum kømrum, vesi og walk-in-closet. Loftstovan kann lættliga gerast um til kømur um tørvur er til tess.
Í kjallaranum er durur, kamar, teknikrúm og tvey óinnrættaði kjallararúm. Møguligt er at tilvirka kjallararúmini og innrættað kjallaran til sjálvstøðuga íbúð.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.