Talan er um góð og hugnalig Hosbyhús í einari hædd við góðari staðseting. Gott stykki er runt ognina, atkoman er góð, og eisini er útsýnið opið og frítt.
Húsini eru innrættaði við duri / gongd, køki, stovu við atgongd út í havan, vaskirúmi við egnari útgongd, teknikrúmi, baðirúmi og 3 kømrum. Harumframt er ein hjallur.
Stutt er til flestu hentleikar, ið húskinum tørvar, eitt nú barnagarðar, skúlar og handlar. Busssambandið er eisini gott.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.