Nýtt
boð

Jørð og frítíðarhús, Í Lambabyrgi 13, Trongisvágur

Talan er um tríggjar jarðarlutir, matr.nr. 83a, 83g og 87 Trongisvágur ið verða lýstir til sølu. Lutirnir liggja allir í fríøki og eru samanlagt 44.062m2 til víddar – matr.nr. 83a Trongisvágur hevur uttangarðslut á 6 gyllin í Hvamhaga, og matr.nr. 87 Trongisvágur hevur uttangarðslut á 3 gyllin í Ranghaga.

Á matr.nr. 83g Trongisvági stendur ein ogn í vánaligum standi (Í Lambabyrgi 13) ið áður hevur verið nýtt til seyðahús/frítíðarhús og fyriliggur byggiloyvi til at seta ognina í stand sum frítíðarhús.

Staðsetingin er sera náttúruvøkur og er stutt inn í býin og út til ferjuleguna. Um ein fær frítíðarhúsið í stand, kann talan blíva um eina sanna perlu.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus HerdalurSkrásettur ognarmeklari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini.+298 23 44 07magnus@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.