Íbúð, Landavegur 94A, 1.6, Tórshavn

Talan er um eina snøgga og ljósa nýmótans íbúð í nýggja íbúðarbygninginum úti á Fløtum. Íbúðin liggur á fyrstu hædd í lon 3.

Í íbúðini eru durur og køkur/stova í einum v/útgongd á svala, trý kømur, baðirúm og vásakøkur. Harumframt hoyrir eitt goymslurúm til íbúðina.

Íbúðin er í einum býlingi í rúkandi menning, har alskyns hentleikar eru í nærumhvørvinum, so sum dagstovnar, musikkskúli, fólkaskúli, miðnámsskúli og matvøruhandil, umframt at stutt er oman í miðbýin.

Fleiri grøn øki eru rundan um bygningin, og eisini er ein felags takterassa í lon 2 og eitt felagshøli í lon 3 til taks, sum kann nýtast til tiltøk og hátíðarløtur.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus HerdalurSkrásettur ognarmeklari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini.+298 23 44 07magnus@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.