Talan er um eini eldri sethús, sum standa sera væl fyri vestarlaga í bygdini. Húsini eru í trimum hæddum. Niðasta hæddin er óinnrættað.
Í miðhæddini er durur / trappugongd, køkur, spískamar, tvær stovur og baðirúm.
Í ovastu hæddini er gongd / trapugongd og tvey kømur og eitt loftsrúm
Runt ognina er stór grasfløta, og eru annars sera góðir møguleikar í nærumhvørvinum í mun til frítíðarítriv, innkeyp og matstøð. Sera stutt er til gongu vestur til Vatnið og ítróttardepilin á Eiðinum, og somuleiðis skjótt við bili til Marghøllina og Pálshøll.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.