Talan er um sera snøgg og vælhildin sethús í einari hædd.
Húsini standa frítt og væl fyri ovarlaga í bygdini, í friðarligum, barnavinarligum og náttúruvøkrum umhvørvi, 3 min. frá dagstovni. Grundøkið er heilar 2485 fermetrar til støddar.
Húsini eru innrættaði soleiðis: Durur, wc, gongd, amboðs-/goymslurúm, hjallur, køkur, stova, gongd, fýrrúm/vaskirúm, baðirúm og 4 kømur. Rundan um húsini er garður/havi og niðanfyri húsini er stórt innhegna jarðarstykki.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.