Íbúð, Magnus Heinasonar gøta 13, 2.tv, Tórshavn

Ljós, rúmlig og nútímans íbúð mitt í býnum í Havn. Íbúðin, ið er frá 2005, liggur á aðru hædd við útsýni yvir Vágsbotn.

Ognin er innrættað soleiðis: Inngongd/durur, køkur og stova í einum, baðirúm og tvey kømur. Felags vaskirúm er í niðastu hædd.

Íbúðin liggur liggur ómetaliga væl fyri í veðurgóðum umhvørvi - í vældámdum býlingi mitt í høvuðsstaðnum, har alskyns hentleikar eru í økinum so sum matvøruhandlar, bakarí, klædna- og prýðishandlar, fjølbroyttar matstovur, hugnaligar kaffistovur, venjingardepil, bussstøð og nógv annað.

Talan er um eina íbúð, sum liggur í hjartanum av Havnini, sum er karmur fyri fjølbroyttum mat- og mentanarlívi.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus HerdalurSkrásettur ognarmeklari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini.+298 23 44 07magnus@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.