Talan er um eini hugnalig sethús í tveimum hæddum við góðari staðseting í Tórshavn.
Runt ognina er tún og grasfløta, og parkeringspláss er eisini inni á matriklinum.
Í erva er ognin innrættað við duri/trappugongd, køki/spísistovu, stovu, kamari og baðirúmi.
Veghæddin er innrættað við duri/gongd, trimum kømrum, gestavesi, kjallararúmi, fýrrúmi og einari kjallarastovu (útbygningur).
Ognin liggur í hugnaligum umhvørvi stutt frá viðarlundini og Gundadali, og er skjótt at spáka omaneftir Tinghúsvegnum til miðbýin. Handilsmøguleikarnir eru somuleiðis góðir tí m.a. liggur SMS yvirav og annars er stutt til flest allar hugsandi hentleikar.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.