Talan er um eini hugnalig sethús í trimum hæddum, ið hava eina góða og barnavinaliga staðseting í bygdini. Útsýnið er sera gott og terrassa er bæði oman- og niðanfyri húsini.
Miðhæddin er innrættað við duri/trappugongd, baðirúmi, køki-alrúmi, stovu og goymslurúmi.
Ovara hæddin er innrættað við loftsgongd, hjúnakamari, kamari og baðirúmi.
Í kjallarahædd er ognin innrættað við trappugongd, tveimum kømrum, einum óinnrættaðum rúmi (kann gerast til baðirúm) og kjallara/fýrrúmi v/útgongd.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.