Nýggj
ogn

Neyst, matr. nr. 12 Hvalvík

Talan er um eitt sjarmerandi, snøgt og vælbygt neyst í tveimum hæddum, sum liggur sera væl fyri í hugnaligu bátahavnini í Hvalvík víð góðum útsýni yvir havnina og víkina.

Neystið er høvuðsumnvælt í 2020, tá tað bleiv innrættað av nýggjum.

Alt er nýtt og gjørt úr natúrtræ. Einki er málað innan. Arbeiðið er gjørt av dugnaligum handverkarum.

Ovara hæddin er innrættað soleiðis: Gongd, goymslurúm, trappuniðurgongd, 3 kømur, baðirúm, køkur og stova í einum og hems.

Í niðaru hæddini er bátapláss við góðumn bátadrátti og 12 - voltsspæli við sterkum og góðum bátavogni.

Neysti er vælegnað sum frítíðarbýli og til útleigan.

Hvalvík liggur sera sentralt miðskeiðis í Føroyum og har eru nógvir hentleikar beint við, so sum pizzaria, 2 stórir matvøruhandlar, bensinstøð, Stanley o.a.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Petur Mohr Niclassen
Petur Mohr NiclassenStjóri
234 402petur@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.