Stásilig íbúð við góðum útsýni, ið er á 4. Hædd í íbúðarbygningi á Heimasta Horni. Alskyns hentleikar eru tætt við so sum miðnámsskúli, fólkaskúli, ansingarstovnar og handlar, og við útbygda vegakervinum er skjótt at leggja leiðina út á Argir ella oman í miðbýin.
Í íbúðini er durur, gongd / millumgongd, baðirúm, vaskirúm, 2 kømur og køkur og stova í einum við atgongd út á altan. Eisini hoyrir eitt goymslurúm til íbúðina, og lyfta er í bygninginum.
Til ognina hoyrir eitt parkeringspláss, annars eru góð parkeringsviðurskifti til vitjandi, og busssambandið er gott.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.