Talan er um eini góð og hugnalig endaraðhús í trimum hæddum, ið hava eina barnavinarliga staðseting við blindan veg. Frammanfyri ognina er ein stór terrassa.
Vesturbýurin og grannalagið sum heild er sera væl egnað til barnafamiljur – fólkaskúli, miðnámsskúli, ansingarstovnar og matvøruhandlar eru í stuttari frástøðu. Busssteðgistað er somuleiðis beint við.
Raðhúsið eru innrættað soleiðis:
Í ovastu hæddini er trappugongd, 3 kømur og baðirúm. Í miðhæddini er durur, trappugongd, køkur og stova í einum við atgongd út á altan. Í niðastu hæddini er trappugongd, stova / kamar við atgongd út á eina stóra terrassu og baðirúm.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.