Talan er um eini eldri hugnalig sethús í trimum hæddum, ið hava eina góða og barnavinaliga staðseting í bygdini. Runt húsini er grasfløta og ber til at parkera á matriklinum.
Húsini eru innrættaði á henda hátt:
Í miðhæddini er durur/trappugongd, køkur/spísistova, stova og baðirúm.
Lofthæddin er innrættað við gongd og trimum kømrum.
Niðasta hæddin er kjallari upp á gamla máta við arbeiðsborði, ketli og oljutanga.
Til ognina er eisini eitt hoyggjhús/úthús
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.