Talan er um snotilig tvíhús í tveimum hæddum, har tú hevur møguleika at seta tín egna dám á ovastu hæddina
Húsini standa væl fyri við blindan veg, umhvørvið er friðarligt og barnavinarligt og skjótt er til alskyns hentleikar í býnum. Tað er eisini sera gott bussamband.
Í niðastu hæddini er durur / gongd / trappugongd, 3 kømur, baðirúm og bryggers / teknikrúm / vaskirúm.
Í miðhæddini er trappugongd, køkur / stova við atgongd til altan og hjúnakamar við atgongd til baðirúm
Ovasta hæddin er óinnrættað.
Rundan um ognina er eisini møguleiki fyri at seta sín egna dám á. Túnið stendur ógjørt, so har hevur tú m.a møguleika fyri at gera tær eitt nú terrassu aftanfyri ella frammanfyri ognina, innkoyring osfr.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.