Talan er um eini eldri innilokaði hús, ið eru høvuðsumvæld uttan, har tað mesta av tí gamla er tikið niður innan. Bjálkalag er ímillum hæddirnar, og byrjað er at byggja uppaftur, m.a. eru nakrir veggir og gólv í miðhædd er plátað.
Talan er um tríggjar hæddir, ið meira ella minni eru óinnrættaðar og er tað tí møguligt hjá einum keypara at seta sín egna dám á ognina.
Húsini hava góða staðseting miðskeiðis í bygdini, gott útsýni er yvir bygdina og suður í gjøgnum sundið. Stutt er til flestallar hentleikar, so sum handil, skúla, dagstovn og ítróttaøki.
Við í keypinum er okkurt vindeyga, hurðar, plátur, timbur og nakað av isolering.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.