Talan er um eini væl bygd sethús í tveimum hæddum við betongdekki í millum hæddirnar.
Húsini standa væl fyri í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi og við góðum útsýni yvir fjørðin. Húsini eru einans 25 min. frá miðbýnum í Tórshavn.
Í ovaru hæddini eru trappugongd / gongd, køkur og stova í einum, baðirúm og tvey kømur.
Í niðaru hæddini eru trappugongd/gongd, 2 kømur og trý kjallararúm, eisini eru rør o.a. lagt, so møguleiki er at gera køk og baðirúm.
Dagstovnur er nærindis, og skúlabussurin steðgar beint frammanfyri húsini.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.